Sjóneykuna á dýrabara tilfeingið ið fæst frá jørðini

Mynd: Reinsaríið/Perlan

Sjóneykuna á dýrabara tilfeingið ið fæst frá jørðini

2017-09-15 14:10 Author image
Leif Láadal

Nógv spennandi verður á skránni í Tórsgøtu leygardagin 16. september, tá tiltakið Slaktið, ið er ókeypis fyri tey vitjandi, verður hildið. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og fleiri seyðir verða flettir.

Føroyskir kokkar fara at grilla lambskjøt, føroyskar fyritøkur fara at bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar matvørur, og møguleiki verður eisini at fáa hvest sínar knívar á staðnum. Ponyríðing og ein ókeypis súkkluverkstaður vera eisini á økinum, umframt ymiskt annað.  

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum. Ætlanin er, at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.

- Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd, sigur Kári Sørensen, ein av stigtakarunum.

Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 16. september, og endar umleið kl. 16.

placeholder

Meira langlesnaður