Sjónvarpsending vísti tortur av børnum í ungdómsfongsli

2016-07-26 11:44 Author image
Jákup Højgaard

Forsætisráðharrin í Australia, Malcolm Turnbull setir nú eina bráfengis kanningarnevnd í verk, eftir at ein sjónvarpssending vísti, fangavørðar gera seg inná dreingir í ungdóms varðhaldi. 

Filmsbrotið úr sjónvarpssendingin, The Four Corners vísti myndir av tannáringum, sum blivu úrlatnir, álopnir og táragassaðir. Ein av dreingjunum fekk eina hettu smoygda yvir høvdi og varð bundin til ein stól. 

Innslagið setti spurningar við mentanina á rættingarstovnum Don Dale í Northen Territory, ein fyrisitingarlig deild í norðara landspartinum av Australia. 

Forsætisráðharrin segði, at viðferðin av ungdóminum á rættingarstovnunum í Northen Territory, kravdi eina umfatandi kanning og sigur seg seta eina kanningarnevnd í verk, sum skal kanna málið út í æsir. 

Hann sigur seg eisini fara at kanna málið, um hví fyrrverðandi kanningar ongantíð hava víst á hesar hendingarnar. 

Sjónvarpsendingin handlaði mest um viðferðina av einum drongi, sum var illa viðfarin, latin úr og koyrdur í einkliva í tíðarskeiðnum 2010-2012. Tá var drongurin millum 13 og 14 ár.

Í eina tíð varð drongurin fluttur til eitt fongsul fyri vaksin, har hann varð bundin til ein stól í nærum tveir tímar, í meðan hann hevði eina hettu um høvdið. 

Hesin drongurin var eisini í einum bólki av seks børnum, sum blivu táragassaði á Don Dale stovninum í 2014. 


Les meira um málið her 

Kelda: BBC

Meira langlesnaður