Sjóvarfallið umvegis snildfon víst á Vísindavøku

Savnsmynd

Sjóvarfallið umvegis snildfon víst á Vísindavøku

2017-09-17 14:00 Author image
Innsent

Ein av framløgunum undir ársins Vísindavøku hjá Granskingarráðnum fer at snúgva seg um áhugaverdu sjóvarfalsappina til snildtelefon, sum Fiskaaling hevur tikið stig til at menna. Talan er um eina framløgu, sum verður hildin á bæði Studentaskúlanum í Hoydølum, í Dugna við Áir og í Skúlanum við Løkin í Runavík.

Áhugin fyri sjóvarfalsappini, sum Fiskaaling hevur ment í samstarvi við aðrar, er stórur. So mikið stórur, at Granskingarráðið hevur biðið Fiskaaling halda tríggjar framløgur í sambandi við "Vísindavøkan á ferð 2017”. Framløgurnar verða ávikavist hildnar á Studentaskúlanum í Hoydølum, í Dugna við Áir, og í Skúlanum við Løkin í Runavík.

Við nýggju appini, sum hevur fingið heitið "Rák”, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður. Umframt í sambandi við sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar. Somuleiðis kann hon nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera.

Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, meðan Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni: www.rak.fo, har eisini ein vegleiðing er tøk.

Framløgurnar hjá Fiskaaling í sambandi við "Vísindavøka á ferð 2017”, sum Bogi Magnussen fer at halda, verða hildnar hesar dagar, klokkutíðir og støð:

19. september kl. 15.20 Studentaskúlin í Hoydølum

21. september kl. 19.00 Sunda kommuna, Dugni við Áir

27. september kl. 19.30 Bókasavnið við Løkin, Runavík

Skráin fyri alla Vísindavøkuna kann síggjast her.

placeholder

Meira langlesnaður