Sjúklingaráðið sett av nýggjum

2017-03-15 08:27 Author image
Sigmund Vang

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur sett Sjúklingaráðið av nýggjum. 

Uppgávan hjá Sjúklingaráðnum er at verða ráðgevandi hjá landsstýriskvinnuni í málum um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar í sjúkrahúsverkinum.

Landsstýriskvinnan hevur valt Sjúklingaráðið út frá innsendum uppskotum frá sjúklingafeløgum og áhugabólkum. Tey, ið manna Sjúklingaráðið, eru:

Jákup N. Olsen, Tórshavn

Kristiana Rein, Tórshavn

Trúgvi Jacobsen, Tórshavn

 Jóna Skorheim, Klaksvík

Pauli Klakkstein, Klaksvík

Silvia Thomsen, Ánir/Klaksvík

 Maud Benjardøgg, Vágur

Emil Michelsen, Øravík

Jeanna í Lágabø, Vágur.

Sjúklingaráðið hevur havt fund og hevur skipað seg. Jákup N. Olsen heldur fram sum formaður, og Maud Benjardøgg heldur fram sum næstformaður. 

Sambært kunngerð skal landsstýriskvinnan velja eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landafrøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður