Sjúkrarøktarfrøðingar samráðast: Lønin skal lyftast

2016-06-06 12:03 Author image
Dimma

Í dag er Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar farið til samráðingar um ein nýggjan sáttmála við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Talan er um tað felagið við einum tí størsta einstaka starvsbólkinum, ið nú samráðist við landið. Nýggjur sáttmáli skuldi koma í gildi 1. oktober í fjør, men so kom løgtingsvalið í vegin, og avgjørt varð at útseta samráðingarnar. Tær broytingar, sum verða gjørdar í sáttmálanum, vera tó at galda afturvirkandi.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar leggur stóran dent á at lyfta lønarlagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum hesa ferð. Málið er at koma upp á somu løn sum starvsfelagarnir fáa í grannalondunum, sigur Óluva í Gong við Kringvarpið.

Eftir at eldraøkið var lagt til kommunurnar og nógvir limir arbeiða hjá kommunum, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avgjørt at fylgja sáttmálanum millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið, skrivar Felagið sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðu sínari, og sostatt verður hetta eisini partur av samráðingunum.

placeholder

Meira langlesnaður