Anfinn, Bjørn og tagnarskyldan

2017-02-02 14:19 Author image
Sigmund Vang

Advokatarnir eru í so avgjørdur í síni tulking av lógum og reglum

26. oktober 1993 var ein avgerandi dagur fyri føroyskan politikk.

Henda dag kom sendingin “Tá Føroya Banki gjørdist Føroya banki” á sjónvarpsskíggjan. Sendingin avdúkaði, at føroyingar blivu snýttir, tá landstýrið yvirtók ábyrgdina av gamla Føroya Banka frá Den Danske Bank.

Fólk blivu rasandi, og Løgtingið kravdi, at málið skuldi kannast. Fyrst bleiv ein lítil kanning gjørd, sum bendi á, at sendingin hevði víst sannleikan.

Síðani kravdi Løgtingið eina dómarakanning, sum skuldi staðfesta rættarliga ábyrgd. Tað vildi danska stjórnin ikki, og í staðin bleiv so ein nýggj, stór kanning gjørd. Tá úrslitið kom í januar 1998, beiv enn einaferð – hesaferð við meiri tyngd – staðfest, at alt ikki var farið rætt fram.

Við støði í hesum stevndi Føroya Landsstýrið í apríl 1998 donsku stjórnini og Den Danske Bank. Og í juni sama ár fekk fullveldislandsstýrið kanska tann størsta sigur, sum nakað landsstýrið nakrantíð hevur fingið, tá tann kenda bankaavtalan varð gjørd við donsku stjórnina. Avtalan var verd milliardir fyri Føroyar.


Onkur lak

Men alt byrjaði við eini sjónvarpssending.

Og sjónvarpssendingin byrjaði við, at Tróndur Djurhuus hevði onkra góða “keldu”, sum tað eitur á miðlamáli.

Tað merkir, at onkur heilt sentralur persónur gav honum upplýsingar, sum hann annars ongan møguleika hevði fyri at fáa.

Tá ein “kelda” gevur einum journalisti eina “søgu”, er mekanisman hendan:

“Keldan” vil hava okkurt fram, sum viðkomandi ikki kann fáa fram sambært galdandi reglum.

Hann brýtur so reglurnar – og fer til ein journalist við síni søgu.

Journalisturin hevur lógarfestan rætt til at verja sína keldu. Tvs. at hóast journalisturin veit, at keldan brýtur galdandi reglur – so hevur hann ikki skyldu at siga tað.

Journalisturin – hvørs arbeiði er at avdúka ting – verður nú ein, sum verjir óreglusemið hjá kelduni.

Men hann ger tað, tí hann metir at óreglusemið, sum verður framt, hevur minni týdning enn at fólk sleppa at hoyra ta søgu, keldan hevur sagt honum.

Altso: Journalisturin fær eina týdningarmikla “solo-søgu” – og afturfyri verjir hann tann, sum slatraði.

Og tann, sum slatraði, fær umvegis journalistin tað fram, hann vil hava fram.

Í 1993 hevði henda mekanisma heilt avgerandi týdning fyri føroyskan politikk og búskap.

Keldan breyt uttan iva sínar reglur. Tað var skeivt. Men týdningarmikil vitan kom fram. Og tað var rætt.


Eysturoyartunnil

Tá Kári P. Højgaard var landsstýrismaður, hevði hann gjørt allar avtalur um ein privatan Eysturoyartunnilin klárar.

Men í evstu løtu lak onkur trúnaðarskjøl til miðlarnar. Tað er eingin ivi um, at viðkomandi breyt sína tagnarskyldu. Tað eru journalistar, sum vita, hvør tað var. Men teir verja sína keldu.

Úrslitið av, at søgan hjá kelduni kom fram, var, at øll ætlanin bleiv broytt.

Altso aftur ein leki, sum hevði stóran týdning fyri føroyskan politikk og búskap.

Keldan breyt reglurnar. Skeivt. Vitanin kom fram. Rætt.


Ov kategoriskt

At leka er skeivt – men tað kann altso eisini vera rætt. Og viðhvørt vigar tað rætta meira enn tað skeiva.

Hetta er tann javnvág, sum alla tíðina má finnast.

Um øll altíð halda sína tagnarskyldu, er vandi fyri, at skipanin letur seg aftur um seg sjálva, og innlitið verður sera avmarkað.

Reglurnar um tagnarskyldu kunnu altso tulkast so rigoristiskt, sum Bjørn á Heygum og Annvinn V. Hansen gjørdu í “Radaranum” mikudagin, tá teir umrøddu bókina “2000”. Tað eru onnur atlit at taka, enn bara tað, sum reglurnar siga.

Tær reglur, sum eg havi brotið – bæði í ár 2000 og nú tá bókin kom út – havi eg brotið. Men eg havi gjørt tað uttan at hava ein journalist sum “millummann”.

Eg haldi tað vera rætt – onnur kunnu halda tað vera skeivt.

Men at Dimmalætting fekk eitt skjal nakrar dagar ov tíðliga í ár 2000, ávirkaði einki mál.

Og at fólk fáa eitt meira nágreiniligt innlit í hvat hendi undir fullveldissamráðingunum, enn tey longu hava fingið, hevur bara søguligan áhuga.  

  

placeholder

Meira langlesnaður