Yogalærarin og lógin

2017-02-04 18:28 Author image
Dimma

Góðu tit mongu, mongu, sum hava heitt á meg um at royna at forða fyri, at indiski yogalærarin verður vístur úr Føroyum!

Eg skilji tykkum væl. Eg kenni ikki mannin, men eftir tí, tit siga, er hann ein fongur fyri samfelagið.

 

Nógv mál
Eg havi á fólkatingi havt sera nógv útlendingamál á borðinum.

Virkir mangla útlendsk starvsfólk. Menn vilja giftast útlendskum kvinnum. Útlendingar í Føroyum vilja hava familjulimir til Føroya. Útlendingar, sum eru í Føroyum, vilja sleppa undan at verða sendir av landinum aftur, tá uppihaldsloyvið er farið. Dømini eru mong og ymisk – men eitt er felags fyri øll: tað snýr seg um fólk. Um teirra lív og lagnu.

Í næstan øllum førum havi eg hildið tað verið rætt, at fólkini skuldu sleppa til Føroya ella at verða verandi í Føroyum. Bæði tí tað hevði verið gott fyri tey - og tí tað hevði verið gott fyri føroyska samfelagið.

Vit hava brúk fyri at fáa nýggj fólk og nýggjar tankar niður í okkara lítla støðuhyl.

Hugsið bara um allar teir hálvu ella heilu útlendingar, sum hava skarðað framúr í Føroyum. Teir hava ríkað samfelagið, eins og tit nú vísa á, at yogalærarin hevur gjørt.

Bæði eg sjálvur, míni starvsfólk - eins og aðrir myndugleikar – vilja fegin hjálpa fólki at fáa teirra mál avgreidd á rættan hátt.

 

Rule of law
Men tað er eitt, vit ikki kunnu gera: Vit kunnu ikki streingja á embætisfólkini fyri at fáa tey til at taka ávís mál fram um onnur, ella fáa tey at broyta avgerðir, sum eru tiknar sambært galdandi lógum.

Um ein politikari blandar seg uppí á hendan hátt, so fara vit frá rættartrygd til eina korrupta skipan.

Politiska valdið skal gera lógirnar og reglurnar. Og so er tað umsitingin, sum skal syrgja fyri, at tær verða hildnar. Og tað má vera skott millum hesi bæði. Annars hava vit ikki rule of law, men rule of man.

Rule of man er ein skipan, har øll ikki eru líka fyri lógini. Har tann, sum t.d. fær ein politikara at tala sína søk, hevur betri rættindi enn onnur. Ella har tann, hvørs mál kemur fram í miðlunum, hevur betri rættindi enn onnur.

Sjálvandi kann tað henda, at umsitingin tekur avgerðir, sum ikki eru í samsvari við lógina. Tá eiga vit øll at tala at, og Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fer fegin inn í eitt mál, um tað eru greið tekin um, at umsitingin hevur gjørt mistøk, so umsøkjarin ikki fær sítt rætt.

Men er alt farið fram eftir bókini, kunnu vit einki gera. So er lógin hildin. So hava vit einki grundarlag at byggja okkara mótmæli á.

Vit kenna ikki alt í aktuella málinum um yogalæraran, men higartil hava vit ikki sæð nakað prógv um, at umsitingin hevur gjørt nakran feil.

Fleiri tykkara vilja hava meg – og aðrar politikarar – at ógilda avgerðina um útvísing. Fleiri tykkara hava menniskjaligar, etiskar, heilsufrøðiligar og aðrar grundgevingar. Men tað einasta sum er avgerandi í slíkum málum er, um umsitingin hevur fylgt lógum og reglum. Hevur hon tað, kann eg einki gera. Tað kann eingin.

Kanska reglurnar eru ov strangar. Tað verður støðugt mett um. Útlendingalógin verður alla tíðina eftirmett og tillagað.

Tað hjálpir tíverri tó ikki yogalæraranum í verandi støðu. Tað, sum er gadandi, er galdandi.

 

Yvirtøkan
Á útlendingaøkinum er politiska valdið býtt sundur millum Føroyar og Danmark. Umsitingin er formliga í Danmark - men reelt eisini í Føroyum, tí danir arbeiða sambært føroyskum tilmælum. Og somu reglur eru ikki galdandi fyri at sleppa inn í Danmark, sum fyri at sleppa inn í Føroyar.

Tí tykjast kommandolinjurnar ikki altíð at vera heilt greiðar, og mong tykjast halda, at eg tí sum politikari kann ”orðna" eitt mál. Við øðrum orðum: At eg kann benda benda reglurnar. Men tað kann eg ikki.

Summi tykjast eisini halda, at útvísingin nú kemst av, at málsøkið er danskt. Tosað verður um "danskar formalitetir", "danskt bureaukrati" og enntá "danska kynismu". Hvør skal siga: Tá málsøkið er yvirtikið - ella tá vit hava loyst frá Danmark - tá verða tey menniskjaligu atlitini sett hægri.

Men veruleikin er, at tá lógirnar verða føroyskar, fara tær eisini onkuntíð at siga, at ein persónur skal út, samstundis sum moralurin sigur tað øvuta. Tá næstrakærleikin sigur tað øvugta. Tá persónligu sambondini siga tað øvugta.

Men eisini tá má lógin haldast, hóast tað fer at tykjast órættvíst.

Tí benda vit reglurnar fyri einum - hvussu kunnu vit so siga við tann næsta, at lógin má haldast? Og hvat siga vit so við tann triðja? Og tann 100'anda?

Antin halda vit okkum til lógirnar altíð - ella ongantíð. Og gera vit tað ikki í dag, flýtur alt økið í morgin.

Tú mugu vit halda okkum til lógirnar.

Eisini tá ítróttarfelagið ringir til politikaran og sigur, at tann útlendski spælarin má inn áðrenn vikuskiftið, og tí má takast fram um í bíðirøðini.

Eisini tá fyritøkan sigur, at útlendsku arbeiðsmenninir mugu byrja í morgin.

Eisini tá ein bygd stendur saman um eina útlendska kvinnu, sum ikki sleppur at verða verandi eftir at hava arbeitt her og lært seg føroyskt.

Útlendingapolitikkur er sera trupul at umsita aðrastaðni - og hann verður um nakað enn truplari í Føroyum, tí viðurskiftini eru so smá, og tað er so stutt frá myndugleikum til borgarar.

Javnaðarflokkurin heldur tað vera rætt at yvirtaka økið. Vit eiga at kunna umsita tað á greiðari og smidligari hátt, enn tað verður umsitið nú.

Men tað er heilt avgerandi, at rættartrygdin verður í lagi. Full vissa um tað er fortreytin fyri yvirtøkuni.

 

Til endans
Sum áður nevnt kenni eg ikki allar smálutirnar í tí aktuella málinum. Men hevur umsitingin gjørt eitt mistak, so má avgerðin sjálvandi broytast sum skjótast. Og so skal eg gera tað, eg kann.

Hevur umsitingin hinvegin fylgt lógum og reglum, so má avgerðin standa við - hóast tað reint menniskjaliga kann tykjast skeivt. Fortreytin fyri allari rættartrygd er jú, at lógirnar verða hildnar. Og soleiðis má tað eisini verða, tá málsøkið er yvirtikið.

Um yogalærarin noyðist at fara mánadagin, vóni eg, at hann sambært lógum og reglum sleppur inn aftur seinni og aftur kann virka í Føroyum.

Eg skilji væl, at hann hevur verið til bæði gleði og gagns fyri øll tykkum, sum seinastu dagarnar hava skrivað til mín.

Eg skilji eisini væl, at júst hendan lógin rakar serliga hart, tí hon sum áður nevnt snýr seg um lív og lagnur.

Men skulu vit hava rættartrygd í landinum, má hon haldast. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður