Tað VAR manipulatión hjá KVF!

2017-03-26 13:24 Author image
Dimma

Fyrr í dag legði eg eina grein út, har eg førdi fram mín illgruna um, at KVF nýtti manipulerandi framferð í sendingini “Skattamálið II”.

(Sí endurgeving av greinini niðanfyri).

Eg havi nú fingið váttan fyri, at eg mintist rætt. KVF manipuleraði, tá sendingin bleiv klipt. Tað finnast nevniliga tvær upptøkur av umrøddu talu hjá Súna Schwartz Jacobsen á bókaframløguni á Hotel Hafnia.

Og tað var ikki bara ein útsøgn, sum bleiv sett í skeivan samanhang. Havi hugt at sendingini aftur og síggi nú, at fyri at fjala, at talan var um eina bókaframløgu – og ikki eitt tiltak hjá Eik – blivu andlitini á gestunum gjørd so kám, at tey ikki kendust aftur.

Men ikki andlitini á øllum. Eyðun Mørkøre, stjórin á Taks, sást væl! Kliptur inn soleiðis, at tað sá út, sum sat hann og smíltist uppá Súna Schwartz!

Tað styrkti illgrunan um, at Eyðun bjargaði Súna undan einum sakarmáli – og passaði sostatt væl til søguna.

Men tað var óreiðiligt. Tað var manipulatión. Og tað skaðar kringvarpsins trúvirði.

Tað má leiðslan á stovninum hava eina – almenna! – meining um.

---

(Greinin frá í morgun er her):

Manipuleraði KVF í sendingini um skattamálið?

Sjúrður Skaale

Eitt klipp í sendingini “Skattamálið II” tykist benda á, at endamálið ikki bara var at lýsa málið, men eisini at karaktermyrða Súna Schwartz

 

Eg havi ikki fyrr enn nú sæð sendingina “Skattamálið II”, tí eg havi verið burturi.

Eg eg fari kortini at loyva mær at seta Kringvarpinum ein lítlan spurning um eitt brot í sendingini. Tað er móti endanum, har fyrrverandi nevndarlimurin Kim Hansen sigur: “Problemið við hesum er, at TF Holding hevur alt ov nógva makt. Teir bestemma heilt øgiliga nógv í Føroyum”.

Síðani verður klipt beinleiðis til Súna Schwartz Jacobsen, stjóra, sum sigur: “Og vissi tú ert ósamdur, so bestemmi eg”.

Hyggjarin fær ta fatan, at tað er maktina hjá TF-samtakinum í Føroyum, Súni tosar um – sum eitt framhald av tí, Kim sigur. Og boðskapurin hyggjarin fær, er greiður: Vissi onkur er ósamdur við samtakið, so er tað ikki bara TF, men Súni persónliga, sum bestemmar. Og tey boðini koma “from the horse’s own mouth” – frá stjóranum sjálvum.

Hetta fær Súna Schwartz Jacobsen at síggja arrogantan og ódámligan út.

Men var tað hetta, hann tosaði um, tá hann segði “Og vissi tú ert ósamdur, so bestemmi eg”?

Orsøkin til at eg spyrji er, at eg í heyst var til eina bókaframløgu á Hotel Hafnia. Har greiddi ein maður frá, at hann hevði verið eksternur ráðgevi hjá Eik í sambandi við endurskipanina av bankanum eftir húsagangin.

Í hesum sambandi segði Súni Schwartz – vissi eg ikki minnist skeivt – akkurát tað sama, sum hann sigur í sendingini: “Og vissi tú ert ósamdur, so bestemmi eg”. Altso: Tá ósemja var millum stjóran og tann eksterna ráðgevan, so ráddi stjórin. Tað hevði verið løgið annað, og á Hafnia hugsaði eingin annað enn, at tað var heilt náttúrligt. Sjálvandi hevur stjórin síðsta orðið í samstarvinum við ein ráðgeva.

Men í sjónvarpssendingini, tá Súni segði akkurát tað sama sum hann gjørdi á umrøddu bókaframløgu, virkaði tað arrogant.

Kringvarpið var til staðar við kamera á bókaframløguni.

Tí er mín spurningur: Tók Kringvarpið tað upp, sum Súni segði um samstarvið við ráðgevan á Hotel Hafnia? Og var tað hetta brotið, vit sóu í sendingini um skattamálið?

Altso: Fekk Kringvarpið tað at síggja út sum um, at Schwartz rættiliga reypandi tosaði um sítt stóra vald í Føroyum – tá hann í veruleikanum tosaði um samstarvið við ein ráðgeva?

Eg eri ikki vísur í tí. Kanska HEVUR stjórin sagt júst tað sama tvær ferðir og í hvør sínum høpi.

Men um mín illgruni er rættur, heldur leiðslan í Kringvarpinum so framferðina vera í lagi?

 

Persónar ella mál

Jan Lamhauge hevur farnu árini gjørt fleiri sera ágangandi og væl frágingnar sendingar um tey, sum hava politiskt og fíggjarligt vald í Føroyum.

Hetta er óført, tí ein ágangandi pressa er púra avgerandi fyri fólkaræðið. Sendingarnar um gamla Eik Banka, um garnaskipið Anitu, um bygnaðin í fiskivinnuni og aðrar hava verið heilt framúr.

Sendingarnar um skattamálið hjá Eik hava – eins og greinarnar í Sosialinum – verið virðismikil journalistikkur.

Men Jan Lamhauge hevur eisini vald. Nógv vald. Tann, sum dugir at brúka sjónvarpsmiðilin, setur dagsskránna í almenna kjakinum. Har onnur hava eina luftbyrsu, hevur hann eina kanón. Og hann  ger ikki bara av, hvat fólk tosa um. Hann kann eisini gera av, hvat fólk halda um tey, sum hava vald.

Hetta mugu tey, sum hava politiskt og fíggjarligt vald finna seg í. Tí teirra vald skal og má umsitast við ábyrgd. Men tað skal fjølmiðlavald altso eisini. Verður tað nýtt til manipulatión, er tað valdmisnýtsla.

Eg havi fyrr alment átalað tann máta KVF brúkti sítt vald í sambandi við sendingarnar “Tollmálið” og “Brandfellurnar”. Tær bóru so nógv brá av at verða vendar móti persónunum Heðini Mortensen og Jørgeni Niclasen, at tað skuggaði fyri substansinum.

“Skattamálið II” lýsti sera viðkomandi viðurskifti. Bæði sjálvt skattamálið og bygnaðurin í TF krevja almenna viðgerð.

Sæð í hesum høpi kann eitt lítið klipp tykjast ein bagatell. Men vissi umrødda klipp varð sett inn í skeivan samanhang, so skemmir tað sendingina illa. Tí so avdúkar tað nakað um Kringvarpsins hugburð. Og tað ger, at fólk av røttum kunnu spyrja, um endamálið bara var at lýsa eitt týdningarmikið mál – ella um tað eisini var at karaktermyrða ein persón.

Tað seinna skal Kringvarpið ikki nýtast til. Og tí vóni eg ikki, at mín illgruni er grundaður.

placeholder

Meira langlesnaður