Skaðar á sjónum kunnu fyribyrgjast

2016-08-23 09:40 Author image
Dimma

Ein triðingur av øllum arbeiðsskaðum, sum verða meldaðir, henda á sjónum. Tað vísir ein umfatandi kanning, sum Annbjørg á Høvdanum, vinnusálarfrøðingur hevur gjørt.

Úrslit frá kanningini, sum varð løgd fram á Sjómannadegnum, kunnu síggjast her

Kanningin vísir, at í tíðarskeiðnum frá 1972 til 2014 vóru 12.619 vanlukkur meldaðar til vanlukkutryggingarráðið. Av hesum vóru 4.163 á sjónum og 3.407 vórðu innmeldaðar frá fiskvinnuni, ávikavist 33 og 27 prosent.

Verður hugt eitt sindur nærri at tølunum, so sæst, at so nógv teir flestu skaðarnir henda á dekkinum. Í øðrum lagi henda skaðar í maskinrúminum og lastarúminum.

Nógv teir vanligastu skaðarnir eru brilluskaðar, og síðan koma tannskaðar, lukkað beinbrot, fingrar, hendur og fótskaðar, fyri at nevna nakrar skaðar.

Skaðarnir henda av ymsum orsøkum. Ofta verða menn raktir av leysum lutum, og annars eru fallskaðarnir, sum koma av rulli, mest vanliga orsøkin.

Annbjørg á Høvdanum staðfestir í kanningini, at talið av vanlukkum er nógv lækkað tey síðstu 20 árini, og tað er helst trygdarátøkum fyri at takka, serliga lógarkravda trygdarskeiðnum til fiskimenn.

- Deyðsvanlukkurnar eru tó enn 30-40 ferðir hægri enn fyri arbeiðsfólk á landi, samanborið við onnur lond. Vit muga halda áfram við trygdarátøkunum, skráseta skaðar og gera kanningar við tí fyri eyga at læra av feilum okkara og málrætta trygdarátøkini, sigur Annbjørg á Høvdanum.

Við tað at skaðarnir oftast komast av falli, og at menn verða raktir av leysum lutum, eru nøkur átøk, sum kunnu gera stóran mun. Annbjørg á Høvdanum mælir til at tryggja arbeiðsplássið á sjónum betur.

- Tað er at binda tað, sum kann bindast, vita hvar vandapostarnir eru og halda seg frían frá teimum, og kenna hvørjir partar av kroppinum standa fyri flest skaðum og verja teir. Tað er umráðandi at brúka hjálm, sigur hon.

Í øðrum lagi ber til at fyribyrgja fallskaðum í størri mun.

- Tað er at tryggja, so tað er ruddiligt. Undirlagið kann tryggjast við at hava óslættar flatur. Og at enda skulu sjómenn hava glíðisikrar skógvar.

Tað er ikki bara spæl at vera sjómaður (Mynd: Annbjorg.weebly.com)

placeholder

Meira langlesnaður