Skal vera eins gott at lesa í Føroyum, sum í Danmark

2016-07-08 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir

- Støðið á lestrarstuðlinum skal vera í hvussu so er ájavnt við tað, sum tey hava niðri. 

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýrisskvinna, sum ætlar sær, at játtanin til lestrarstuðulin skal hækka við 6 milliónum árliga næstu 3 árini.

- Uppskotið er farið til hoyringar, og tað kunnu altíð henda ting við uppskotinum, tá tað er til hoyringar, sigur Rigmor Dam, sum leggur afturat, at tað burdi veri undirtøka fyri uppskotinum í samgonguni.

- Hetta er nakað, sum vit hava viðgjørt og sett okkum sum mál í samgonguni. 

Les eisini: Skal vera lættari at lesa í Føroyum 

Rigmor Dam kann enn onki siga um, hvat ætlanin er at gera við milliónirnar, sum studningurin fer at hækka við næstu árini. 

Landsstýriskvinnan vil heldur ikki siga, um tað kanska verður soleiðis næsta ár, at øll lesandi fáa lestrarstuðul í tólv mánaðir um árið, eins og tað fer at vera fyri einligar forsyrgjarar frá í ár. 

- Tað, sum liggur í kortinum, er at raðfesta tær seks milliónirnar aftur næsta ár. Hvussu tað verður fordeilt, vita vit ikki fyrr enn tá.  

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður