Skal verða lættari at lesa í Føroyum

2016-07-08 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir

Ætlanin er at hækka studningin til teirra, sum lesa hægri lesnað í Føroyum við 500 krónum um mánaðin í ár. Tað boðar mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi. Einsamallir forsyrgjarir skulu eisini fáa studning 12 mánaðir um árið, umframt at barnastuðulin skal hækka upp í 1000 krónur mánaðarliga. 

Ætlanin er sambært landsstýriskvinnuni, at hækka studningin við 6 milliónum krónum árliga komandi trý árini, soleiðis at Føroyar eru við í kappingini um ungdómin. 

- Vit mugu gera okkum greitt, at tað kostar, um vit vilja hava tey ungu at velja Føroyar, tað

kostar at venda skeiklaðu aldurssamansetingini, ja, vit hava snøgt sagt ikki ráð at lata vera,

sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum at enda í tíðindaskrivinum. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður