Skálabotnur helst góðkendur sum hvalvág

2016-06-28 23:12 Author image
Dimma

- Hetta er ein gamal barnadreymur, sum nú sær út til at blíva veruleiki.

Soleiðis sigur Heri Petersen, sum tann 9. august í 2000 sendi Fiskimálaráðnum umsókn um at fáa Skálabotn góðkenda sum hvalvág.

Nú hevur hann fingið svar frá Fiskimálaráðnum, ið sigur frá, at uppskot til kunngerð um grind er sent til hoyringar, og har verður skotið upp, at Skálabotnur verður góðkend sum hvalvág.

Tá ið hoyringin er liðug tann 18. juli 2016 verða viðmerkingarnar viðgjørdar, síðani skal kunngerðin til lógartekniska eftirkanning, áðrenn hon kann verða løgd fyri landsstýrisfund og lýst. Hetta verður væntandi í august.

placeholder

Meira langlesnaður