Skansabryggjan verður gjørd

2016-08-05 09:27 Author image
Dimma

Tilsamans kostar ætlaða Skansabryggjan 465 milliónir krónur at gera. Tað gongur fram av gerðabókini hjá Tórshavnar Býráð frá hóskvøldinum.

Bert Marin Katrina Frýdal atkvøddi ímóti uppskotinum at byggja Skansabryggjuna, átta býráðslimir atkvøddu fyri. Tjóðveldi royndi á býráðsfundinum at fáa málið útsett, men tað uppskotið fall.

Tórshavnar kommuna sigur í gerðabókini, at stórir trupulleikar eru á havnaøkinum í Havn. Dýpið fram við Eystara mola er ov lítið, og harvið er innsiglingin ikki nøktandi. Trupult er at fáa størri bingjuskip til bryggjuna, og fleiri ferðamannaskip kunnu ikki koma at bryggjuni.

Av øðrum forðingum fyri menning verða nevndar, at kajplássið um summarið er avmarkað, og tí ber ikki til at avgreiða bingjuskip og ferðamannaskip samstundis. Økið til bingjur og treylarar er ov lítið, økið til pakkhús er ov lítið, og økið til avgreiðslu av ferðafólki og bilar er ov lítið.

Býráðið heldur, at einasti møguleiki at bøta umstøðurnar á Eystaru bryggju er at leingja molan á Skansabryggjuni og víðka økið suðureftir og eystureftir. 

Býráðið hevur við samtyktini avgjørt at taka av tilboði frá J&K Petersen, sum tekur 387 milliónir krónur fyri at gera Skansabryggjuna. Haraftrat skal peningur brúkast til at keypa grót á Glyvursnesi, so at samlaði kostnaðurin verður 465 milliónir krónur. Býráðið samtykti at gera lánsavtalu á 300 milliónir krónur, sum skulu rindast yvir 20 ár.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður