Skansi Offshore dundrandi undirskot

2016-05-17 16:05 Author image
Dimma

Eina fjórðings milliard í halli. Tað er úrslitið hjá Skansa Offshore í fjør.

Skansi Offshore P/F hevur havt ársaðalfund, har ársroknskapurin fyri 2015 varð lagdur fram og góðkendur. Úrslitið gjørdist tað ringasta í søgu felagsins, og vánirnar fyri 2016 eru enn verri.

- Marknaðurin fyri frálandaskip er undir stórum trýsti í løtuni orsaka av ov stórum útboði av skipum, minkandi íløgum og virksemi hjá oljufeløgunum. Ein týðandi orsøk til minkandi íløgurnar, er stóra fallið í oljuprísinum síðan 2014, staðfestir Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, í tíðindaskrivi.

Úrslitið er merkt av serligum niðurskrivingum av skipssvirðum á 256 mio. kr. Niðurskrivingin er gjørd út frá metingum frá óvildugum meklarum, umframt við atliti til framtíðarútlitini.

Ársúrslitið hjá samtakinum áðrenn minnilutapartar gjørdist eitt undirskot á 241 mio. kr. Eginpeningur við árslok í 2015 var 115 mió kr. Fíggjarstøðan hjá samtakinum javnvigaði við 1,2 mia. kr.

- Mett verður at marknaðarviðurskiftini verða avbjóðandi í rúma tíð. Skansi Offshore hevur tí, eins og flest onnur reiðarí í hesum marknaðinum, verið í samráðingum við sínar fíggjarstovnar fyri at fáa eina avtalu, sum tekur hædd fyri krevjandi marknaðarviðurskiftum komandi árini. Í einum marknaði, har skip vera løgd upp, feløg fara av knóranum, starvsfólk missa arbeiða og serfrøði hvørvur, er at fegnast um, at fíggjarstovnar hava víst Skansi Offshore álit, við at gera nýggja avtalu við felagið. Avtalan er góðkend av øllum 8 fíggjarstovnum sum fíggja felagið.

Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip, harav øll arbeiða í Norðsjógvinum í løtuni. Felagið hevur langtíðarsáttmálar fyri 3 av skipunum. Sáttmálarnir eru við BP, BG og Det Norske Oljeselskap.

Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 131 starvsfólk, harav 120 sjófólk, allir føroyingar.

placeholder

Meira langlesnaður