Skattanevndin SKAL vera faklig

2016-06-08 23:01 Author image
Dimma

Sjálvt endamálið við skattanevndini er júst, at hon ikki skal umboða úrvald sjónarmið ella ávís áhugamál.

Hetta svarar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni Miðfloksins. Hann vildi hava at vita, hví ávísir akademikarar við bústaði í høvuðsstaðarøkinum vóru í nevndini, ið skal endurskoða skattaskipanina.

Les eisini: Bill skjýtur og spyr

Kristina Háfoss vísir á, at skattanevndin skal verða eitt amboð til at geva fakligan íblástur til endurnýggjan av skattaskipanini, hon skal ikki umboða ymisk áhugamál.

- Skattanevndin er ein faklig nevnd. Tá skattanevndin varð sett var hugt eftir fakligum førleikum og fakligum royndum við serligum denti á búskaparfrøði. Harumframt varð miðað eftir, at samansetingin tryggjaði eitt hóskandi kynsbýti og eina ávísa breidd í búskaparligum førleikum, sigur Kristina Háfoss.

Bill Justinussen spurdi, hví ikki vinna, ungdómur, verkafólk og kommunur vóru við, og hví ikki landafrøðilig fyrilit vóru tikin. Til hetta svarar landsstýriskvinnan, at ymisk sjónarmið verða hoyrd í tøkum tíma.

- Sjálvandi eiga øll týðandi áhugamál og sjónarmið at verða hoyrd í einum so týdningarmiklum máli. Tí verða fylgibólkar knýttir at skattanevndini, har viðkomandi fakbólkar, áhugamál og sjónarmið verða umboðað, sigur Kristina Háfoss, og vísir á, at ein politiskur fylgibólkur eisini verður settur.

placeholder

Meira langlesnaður