Skattanýskipan: Virðini skulu býtast javnari í Føroyum

2016-06-01 09:58 Author image
Dimma

Virðini eru savnað á alsamt færri hondum. Ójavnin er vaksin. Skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar.

Hetta eru millum orðingarnar í samgonguskjalinum, har tað verður róð framundir, at hendan samgongan ynskir eitt javnari býti av ríkidøminum í Føroyum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur nú sett ta skattanevndina, sum skal endurskoða skatta- og avgjaldsskipanina. Nevndin, sum er sett, er mannað við serfrøðingum og skal koma við tilmælum um nýskipanir á skatta- og avgjaldsøkinum.

Hósmorgunin kl. 10 fer Kristina Háfoss at avdúka, hvør situr í nevndini. Greitt verður frá arbeiðssetninginum hjá nevndini, tíðarætlanini við meira.

Samgonguskjalið umrøður, hvørja yvirskipaða ætlan samgongan hevur við virðunum í samfelagnum, og harvið eisini hvussu skattur verður innkravdur.

- Javnari býti av ríkidøminum skal tryggja, at virðini í størri mun koma í umfar og harvið skapa størri vøkstur og trivnað. Nýskipanir skulu menna einar vælvirkandi Føroyar við fleiri møguleikum, framburði og dyggari áliti og javnrættindum fyri allar borgarar, stendur í samgonguskjalinum.

Samgongan hevur sett sær fyri at veita lág- og miðalløntum fíggjarligar lættar, teirra millum pensjonistum og lesandi.

- Hetta skal fáa størri part av ríkidømi landsins út í peningarenslið og á tann hátt styrkja búskapin og at gera tað liviligari hjá øllum. Skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar.

Í morgin fæst so kanska eitt boð uppá, hvussu hetta kann gerast. Í øllum førum fæst at vita, hvønn arbeiðssetning skattanevndin fær, og hvør situr í nevndini, ið skal geva eitt boð upp á nýskipanirnar.

placeholder

Meira langlesnaður