Skattanevndin sett: Málið er eitt javnari býti av landsins virðum

2016-06-02 11:46 Author image
Dimma

- Skattanýskipanin skal fremja eitt javnari býti av landsins virðum millum borgarar landsins, og hon skal eggja fólki og vinnu at velja Føroyar.

Millum annað hetta segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum í dag hevur kunngjørt skattanevndina og arbeiðssetningin hjá nevndini.

Skattanevndin skal greina og viðgera føroysku skatta- og avgjaldsskipanina, og hon skal koma við tilmælum til endurnýggjan.

Skattanevndin er mannað við hesum fólkum: 

  • Kári Petersen, cand.polit og MBA, formaður 
  • Herit Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics
  • Jóannes Jacobsen, cand. oecon , Ph.d. og adjunktur í búskapi
  • Erika Anne Hayfield, Ph.d. og adjunktur í samfelagsvísund
  • Sigurd Poulsen, cand.polit
  • Mirjam Haraldsen, cand.merc. aud, statsaut. grannskoðari
  • Petur Alberg Lamhauge, cand.merc.aud


Arbeiðssetningurin er sera umfatandi og fer í nógvar krókar av skatta- og avgjaldsskipanini. Men tað gongur aftur, at málið er, sum samgonguskjalið hevur lagt upp til, at skapa eina samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar.

Eitt nú skal nevndin viðgera og greina undantøk, frádráttir og serskipanir, sum í dag eru í skattaskipanini.   Í sama viðfangi skal skattanevndin gera uppskot til broytingar, ið tryggja, at skattur í størri mun verður rindaður eftir førimuni og í minni mun eftir slag av inntøku ella hvaðani inntøkan stavar. 

Í hesum leggur helst eisini, at skattagrundarlagið skal breiðkast.

Arbeiðssetningurin staðfestir eisini, at tilmælini, sum nevndin kemur við, mugu samanlagt ikki økja um inntøkuójavnan í Føroyum, heldur hinvegin. Tilmælini skulu samanlagt verða fult fíggjað, og tey skulu vera so ítøkilig, at tey eru búgvin til eina politiska viðgerð.

Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgdina av og røkir skrivarauppgávuna hjá skattanevndini, sum skal vera liðug við sítt arbeiði tann 1. juni 2017.

placeholder

Meira langlesnaður