Skerja luftdálkingina frá skipum

Skerja luftdálkingina frá skipum

2017-12-11 13:28 Author image
Innsent

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur við kunngerð sett skipum herd krøv til innihaldið av svávuli í brennioljuni. Endamálið er at minka um luftdálkingina frá skipum.

Kunngerðin setur markvirði fyri svávul í brennioljuni til tess, at avmarka svávuldioxid í royki frá skipum.

Fram til 2020 skal innihaldið av svávuli ikki verða omanfyri 3,50 vekt prosent og í 2020 skal svávulútlátið ikki fara uppum 0,50 vekt prosent. Hesi markvirði samsvara við altjóða avtalur í sonevnda MARPOL sáttmálanum.

Frá 1. juli 2018 verða krøvini til skip, sum liggja við bryggju í føroyskari havn ella fyri akker nærri enn tveir fjórðingar úr landi, munandi herd. Tá kann innihaldið í svávuli í mesta lagið vera 0,10 vekt prosent.

“Tað er týðandi, at vit í Føroyum hava somu markvirði sum aðrastaðnis, so tað ikki loysir seg hjá skipum at koma í føroyskt sjóøki at dálka.

Ábyrgdin fyri umhvørvinum og stríðið móti dálking er ein ábyrgd, sum áliggur okkum øllum. Eisini okkum, hóast vit í heimshøpi eru smá. Tað er eitt aðalmál í øllum umhvørvispolitikki”, sigur Sirið Stenberg í viðmerking. 

Kunngerðin, sum er lýst í dag, er galdandi fyri føroysk skip í føroyskum og altjóða sjógvi og fyri útlendsk skip í føroyskum sjógvi. Somuleiðis eru havstøðir á føroyska landgrunninum og veitarar, sum veita brenniolju til skip úr landi ella í føroyskum sjógvi. 

 

Meira langlesnaður