Skitið spæl

Skitið spæl

2017-12-15 10:41 Author image
Georg L. Petersen

Orðaskiftið á Løgtingi, og annars í almenna rúminum, um fiskivinnunýskipanina hevur ikki júst økt um tignina og virðingina fyri okkara politikarum. Vanligt er við handlum hendan og handan vegin fyri at taka undir við einum uppskoti, og tað er ofta ein sjálvsagdur, um enn ikki dámligur, partur av tí politiska spælinum. Men hesaferð bar av.

Eitt var, at sjálvt uppskotið var skorið til, so tað passaði ávísum áhugamálum í vinnuni og politikkinum, men tað hevur eisini heilt týðuligt ávirkað fíggjarlógina, sum nú kemur til viðgerðar. Tað ber altíð til at kjakast um hesar íløgur eru rættar ella ikki, men tá tær koma við at selja sína atkvøðu, og talan er um milliónaupphæddir, bendir tað á óseriøst politiskt arbeiði.

Í farnu viku bar eisini av, tá Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum valdi at fara ein túr til Edinburgh, so samgongan manglaði eina atkvøðu at fáa fiskivinnunýskipanina samtykta við 2. viðgerð. Avtala varð gjørd við Magna Laksafoss um clearing, so atkvøður báðu megin við hvurvu. Men meðan formaður Sambandsfloksins, Bárður Nielsen, segði seg einki kenna til nakra avtalu, so vildi løgmaður, Aksel Johannesen, vera við, at avtala var gjørd – og Magni Laksafoss sjálvur var kúrrur, men segði eftirfylgjandi, at hann hevði boðað sínum formanni frá. Pellaði onkur ella hvat? Vit vita tað ikki, men úrslitið varð, at stríð nú fór at snúgva seg um eina clearing-avtalu og Magna Laksafoss, meðan Kristin Michelsen kundi gníggja sær um hendurnar. Hetta skuldi annars verið so einfalt og gjøgnumskygt. Er tað Løgtingið, sum manglar reglur á økinum, ella eru tað bara politikarar, sum vilja spæla hvørjum øðrum eitt puss? Pent var tað ikki.

Vit kunnu halda um fiskivinnunýskipanina hvat vit vilja, men tað var í hvussu er óheppið, at undirtøkan ikki gjørdist breiðari, so vinnan frameftir við vissu veit, hvat hon skal planleggja eftir. Fólkaflokkurin, sum pr. prinsipp er ímóti, hevur lovað at avtaka skipanina aftur, meðan Sambandsflokkurin, í staðin fyri atgera sína ávirkan galdandi, bakkaði út og liggur nú í ongamannalandi.

Har varð ikki væl telvað hjá nøkrum. Eitt ljótt spæl, sum endaði við eini ótryggari skipan, sum er ómetaliga trupul at skilja og hevur hópin av leysum endum, sum skulu knýtast saman komandi ár – ella árini.

placeholder

Meira langlesnaður