Ringasti skottilburður nakrantíð

2016-06-12 20:55 Author image
Dimma

Nógvir skotilburðir hava verið í USA seinastu árini, har nógv fólk hava latið lív. Tann seinasti og ógvusligasti var við Sandy-Hook skúlan í Connecticut í 2010, har 27 lótu lív, 20 næmingar og 7 lærarar.

Álopið í Orlando var av øðrum slag, og málið var náttklubburin Pulse, har nógv samkynd eisini koma. Tí verður álopið bæði lagt út sum ein yvirgangsatsókn móti USA og eitt álop á tey samkyndu sum bólk.

Tað var 29 ára gamli Omar Mateen, ið er av afghanskum uppruna, sum tók seg inn í náttklubban við riflu og eini pistól og fór at skjóta rundan um seg, eftir fyrst at hava verið í skotbardaga við trygdarvørðar. 300 fólk vóru í klubbanum, tá tann 29-ára gamli fór at skjóta fólk frá hond. Tá alvápnaði løgreglulið lupu á í morgun, umleið klokkan 5 lokala tíð, tók hann nakrar gíslar, áðrenn hann sjálvur varð skotin.

Sambært Reuters hevur ISIS tikið ábyrgdina av álopinum, men tað er enn ikki váttað, at tað veruliga var ISIS, sum stóð fyri álopinum. Tað, sum styrkir fráboðanina er, at myndir av tí 29-ára gamla eftir øllum at døma eru lagdar út á Twitter-profilar, sum eru knýttir at ISIS.

Sambært NBC skal tann 29-ára gamli eisini hava ringt til alarmsentralin beint áðrenn álopið og boðað frá trúskapi til al-Baghdadi, leiðara hjá ISIS.

Á tíðindafundi fyrr í dag hevur Obama sagt, at málið verður kannað sum eitt yvirgangsálop.

  

Meira langlesnaður