Nýggj fólkaatkvøða um skotska sjálvstøðu á veg

2016-06-24 12:01 Author image
Dimma

Møguleikin fyri einari nýggjari fólkaatkvøðu um loysing frá Stóra Bretlandi er aftur á borðinum, eftir at bretar hava atkvøtt seg úr ES.

Tað sigur fremsti skotski ráðharrin Nicola Sturgeon eftir fólkaatkvøðuna í gjár. Meðan samlaða Bretland atkvøddi Bretland úr ES við 51,9 prosentum fyri og 48,1 prosenti ímóti, so atkvøddi Skotland greitt fyri at verða verandi í ES. 62 prosent av skotum atkvøddu ímóti at fara úr ES.

Nicola Sturgeon sigur tað sambært BBC vera “democratically unacceptable”, at Skotland noyðist úr ES ímóti sínum vilja, og tí fer skotska stjórnin undir at fyrireika eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing fyri at varðveita sambandið við Evropasamveldið. Samstundis sigur hon tað verða óhugsandi, at bretska stjórnin kann stegða einari slíkari fólkaatkvøðu í Skotlandi.

Samstundis er ES komið við einari áheitan á Bretland um at bera skjótt at og koma í gongd við samráðingarnar, sum skal loysa Bretland úr ES.

- Vit vænta nú, at bretska stjórnin fær viljan hjá bretska fólkinum ígjøgnum sum skjótast, ljóðar tað í einari fráboðan frá ES-forsetanum Donald Tusk, formanninum í Evropatinginum Martin Schulz, forsætisráðharranum Mak Rutte frá hollendska ES-formansskapinum og formanninum ES-kommisiónini Jean Claude Juncker.

placeholder

Meira langlesnaður