Skotland ætlar at royna ein sýtingarrætt

2016-06-26 16:13 Author image
Dimma

Ein nýggj skotsk meiningakanning, sum er gjørd eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi, vísir, at stórur meiriluti er fyri at loysa Skotland frá Bretlandi. Tað skrivar blaðið The Scotsman.

59 prosent ganga inn fyri skotskari sjálvstøðu, meðan 32 prosent siga nei. 9 prosent hava ikki tikið støðu. Tá ið fólkaatkvøða var í 2014, atkvøddi ein meiriluti á 55,3 prosent fyri at halda fram undir Bretlandi, og 44,7 prosent atkvøddu fyri loysing.

Meiningakanningin, sum nú er gjørd, vísir greiðan stuðul til skotska stjórnarleiðaran Nicola Sturgeon, sum berjist fyri at varðveita Skotland í ES, hóast Bretland fer úr. 62 vilja vera verandi í ES, meðan 33 prosent eru ímóti. Tað svarar á leið til tað, sum skotar atkvøddu á fólkaatkvøðuni.

Sambært The Scotsman ætlar Nicola Sturgeon nú at fara í samráðingar við ES-leiðarar um, at Skotland kann vera verandi í ES, hóast restina av Bretlandi fer úr.  Skotar eru samstundis farnir at kanna, um til ber hjá Skotlandi at brúka ein sýtingarrætt ímóti at fara úr ES.

- Hetta snýr seg ikki um, at skotska tingið roynir at blokera Onglandi. Hetta snýr seg um, at skotska tingið tekur eina avgerð um, hvat er best fyri Skotland, sigur hon við BBC Scotland Politics í dag.

Skotski stjórnarleiðarin er farin at kanna, um tað krevur eitt samtykki frá skotska tinginum, at Skotland skal fara við restina av Bretlandi úr ES.

- Eg havi heilt logiskt ilt við at trúgva, at tað ikki skal vera soleiðis, men helst hevur bretska stjórnin eina aðra fatan, sigur Nicola Surgeon.

Skotski fyrstiráðharrin hevur longu róð fram undir, at stóri munurin millum Skotland og Ongland í ES-spurninginum kann føra til eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing frá London. Og har hevur skotska fólkið nú eina greiða meining um, at Skotland skal vera sjálvstøðugt, sambært nýggjastu meiningakanningini.

    

   

placeholder

Meira langlesnaður