Aslaug skúlastjóri í Sankta Frans skúla

2017-01-27 14:29 Author image
Sigmund Vang

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Aslaug Olsen í starvið sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla. Aslaug Olsen er 52 ára gomul og tók læraraprógv í 2002. Harumframt hevur hon tikið merkonom og diplomútbúgving í leiðslu, umframt ymisk skeið í leiðslu og námsfrøði, skrivar Mentamálaráðið í skrivi sent miðlunum..

Aslaug Olsen hevur verið skúlaleiðari í Hvalvíkar skúla í 12 ár, umframt at hava verið virkandi skúlastjóri í Stranda skúla seinasta árið.

Aslaug tekur við starvinum sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla tann 1. februar 2017.

 

placeholder

Meira langlesnaður