Nú byrjar arbeiðið at gera skúlan á Fløtum

2016-05-21 09:00 Author image
Dimma

Nú verður spaki settur í moldina á Fløtum, har nýggi stórskúlin í Havn skal byggjast.

Klárt er at fara undir jørðarbeiðið. Tórshavnar býráð samtykti einmælt hóskvøldið, at byggifelagið Articon skal gera arbeiðið fyri líka undir 1,3 milliónir krónur.

Fyrsti parturin fevnir um avgrevstur, sum skal geva betri yvirlit yvir víðari arbeiði við spronging, grovplanering og annað; tað arbeiðið fer í gongd í summar.

Tað er Samtakið Eind, ið projekterar skúlan.

Hakin verður settur í fyri Skúlanum á Fløtum mánadagin 23. mai 2016 kl. 11.30, og tað er borgarstjórin, ið lyftir fyrsta flagið.

Meira langlesnaður