Skúlin á Fløtum bjóðast út aftur

2016-07-23 18:11 Author image
Dimma

Tað veit Kringvarp Føroya at siga. Í mai mánaði vóru trý feløg og samtøk undangóðkend at bjóða upp á arbeiði at byggja henda nýggja skúlan í Havn, sum er ein samanrenning av Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum, og sum fyrst gekk undir navninum Vesturskúlin.

Tórshavnar Kommuna hevði mett byggingina til 247,9 milliónir krónur, men lægsta tilboðið ljóðaði upp á 273 milliónir krónur – tað tilboði átti M. T. Højgaard. TG Verk bjóðaði sær til at gera arbeiðið fyri 276 milliónir krónur, meðan eitt samtak millum Articon og Búsetur bjóðaði 294 milliónir krónur

- Samstundis er avgjørt beinanvegin at arbeiða víðari við projekteringini og møguligum tillagingum til ásetta kostnaðarkarmin, fyri síðani at bjóða verkætlanina út í nýggjari lisitatión seinni í heyst. Eftir uppruna tíðarætlanini skuldi henda arbeiðstøkan vera staðfest í einum endaligum kostnaðarkarmi í desember 2016. Annuleringin fer ikki at ávirka hesa tíðarætlan, skrivar kommunan a síni heimasíðu.

Les tíðindaskrivið hjá Tórshavnar Kommunu her

Les eisini: Nú byrjar arbeiðið at gera skúlan á Fløtum

  

  

placeholder

Meira langlesnaður