670 børn fyri fyrstu ferð í skúla

2016-08-10 08:55 Author image
Dimma

Tilsamans 6780 næmingar ganga nú í fólkaskúlanum; haraftrat ganga 141 í frískúlum og 193 í forskúlum. Í fjør var samlaða talið 6889. Tað vísa tøl hjá Mentamálaráðnum.

Tilsamans 670 børn fara mánadagin í skúla á fyrsta sinni, tey eru 356 dreingir og 314 gentur.

Skúlin á Fløtum tekur ímóti teimum flestu næmingunum, sum fara í skúla fyrstu ferð, 64 næmingar, 31 gentur og 33 dreingir. Beint í hølunum kemur Skúlin við Løgmannabreyt, sum í fjør hevði flest fyrstafloks næmingar; í ár byrja 58 næmingar har, 18 gentur og 30 dreingir.

Í 14 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10, samanborið við 15 skúlar í fjør; í tveimum skúlum bara ein næmingur, skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum.

Næmingatalið er lækkandi, men tó hevur talið á teimum, sum byrja í 1. flokki, verið nøkulunda støðugt síðstu árini. Í fjør byrjaðu 685 børn í 1. flokki, 15 fleiri enn í ár, í fyrra ári fóru 715 næmingar í fyrsta flokk, árið fyri fóru 697 næmingar í 1. flokk, og aftur árið fyri 750 næmingar.

placeholder

Meira langlesnaður