Nýggi stórskúlin við Streymin byrjar eftir summarfrítíðina

2016-05-24 13:50 Author image
Dimma

Allir skúlarnir í Sunda kommunu verða nú niðurlagdir, samstundis sum nýggi Skúlin við Streymin verður settur á stovn. Tað er nú lýst í kunngerð og føroyskum bløðum, og sostatt verður ætlanin nú veruleiki.

- Arbeiðið at fyrireika nýggja skúlan er byrjað, men enn er fitt eftir á mál til at savna allar næmingarnar á sama stað, sigur Sunda kommuna. Ætlanin er at hýsa næmingunum í verandi skúlabygningi hjá Norðskála- og Oyrar skúla og Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Harumframt er ætlanin at byggjast skal nýtt fyri at kunna bjóða næmingum og lærarum ein nútímans skúla.

7. flokkur verður savnaður frá skúlaársbyrjan 2016/17. Fram til arbeiðið við at savna 1. til 6. flokk á Oyrarbakka er endaliga klárt um eini tvey ár, verður undirvísing fyri hesum flokkum í skúlabygningunum í Hósvík og Hvalvík hesa tíðina.

Søkt verður eftir skúlastjóra, sum kemur at vera við til at mynda og skipa tilgongdina og byggingina av nýggja Skúlanum við Streymin. Skúlastjórin kemur somuleiðis at standa fyri samansjóðing av næmingunum, lærarunum og foreldrunum og kemur at leggja námsfrøðiligu kós skúlans.

placeholder

Meira langlesnaður