Skulu umhugsa etikk í grindadrápi

2016-07-27 10:17 Author image
Jákup Højgaard

- Grindadrápið í Hvannasundi í gjárskvøldið var ræðulig djórapínsla. Seks hvalir vóru á lívi og svumu runt á fjørðinum leingi, meðan familja teirra lá deyð á strondina, og havið var reytt við blóð teirra, skrivar Marna Frida Olsen, samskiftisráðgevi og djóra- og umhvørvisverndarfólk í lesarabrævi. 

Hon heldur ikki at sigast kann, at drápið gekk "skjótt og gott". Hon meinar, at eitt grindadráp elvir til stress og ótta hjá hvalunum, tá hvalinir og hoyra teirra familju verða dripin, áðrenn teir sjálvir verða dripnir. Hetta er djórapínsla, ið ikki átti at verið góðtikin meinar hon. 

- Tá ið teir fyrstu 100 og nakrir hval vórðu dripnir, fóru bátar út eftir tí lítla bólkinum av hvalum, ið sloppu undan tí fyrstu jagstranina. Hesir vórðu dripnir á somu hvalvág og máttu also uppliva ræðuleikan at svimja ígjøgnum ta blóðugta vatnið. Hetta átti heldur ikki at vera góðtikið. 

Eftir drápið varð farið útaftur eftir einum lítlum bólki, sum á fyrsta sinni ikki hevði eydnast á reka inn. Marna finst at, at ikki var farið var eftir bólkinum fyrrenn tveir tímar eftir drápið, ímeðan deyðu hvalinir blivu fluttir. Hon sigur at hetta er eitt av mongum dømum um, hvussu nógv gongur galið í einum grindadrápi. 

- Ein kann ikki hugsa sær, hvønn ræðuleika hesir hvalirnir hava verið ígjøgnum. 

- Hetta er eisini enn ein áheitan um at umhugsa etikkin í hesum siðinum og spurningin, um tíðin ikki er komin til at velja at verja og virða hesi djórini, ið vit skylda takksemi fyri tað, tey hava givið okkum gjøgnum tíðina.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður