Skurðmyndir prýða nú í FIMI

Skurðmyndir prýða nú í FIMI

Nú hanga skurðmyndir av fimleikarum í alskyns litum í Fimi. Tað er Astrid Andreasen, listakvinna, sum hevur greitt úr hondum. Tað snýr seg um 6 skurðmyndir, ið eru millum 1,20 m og 1,80 m til støddar. Skurðmyndirnar eru av glærum og litaðum plasti, og tær mynda fimleikarar í ymsum kropsstøðum

2017-05-19 14:23 Author image
Dimma

Tað hevur hepnast listakvinnuni við skapi og liti hegnisliga at endurgeva rørslurnar hjá fimleikarum. Myndirnar sýna venjingar, lop og sterkar rørslur – og tú fært eina fatan av styrki, ferð og fimi.

Astrid er kend listakvinna. Verk Astridar prýða stovnar o.a. runt um í landinum, so tey flestu munnu vera kunnug við hennara vøkru myndlist og tekningar. Eisini var hon í mong ár knýtt at Náttúrugripasavninum, har hon við síni kønu hond teknaði alskyns lívverur til framsýningar og útgávur. Millum annað kunnu nevnast myndatalvur og uppsløg við blómum, fuglum, fiskum og tarum, sum Náttúrugripasavnið gevur út, og sum er komið føroyingum almikið til gagns, ‒ ikki minst teimum, sum ferðast í bø, fjøru og haga og kunnu taka myndatalvurnar við. Eisini dagstovnar og skúlar kunnu hava almikið gagn av teimum. Harumframt hava túsundtals útlendingar ognað sær uppsløg og myndatalvur av Astridar hond; tað sigst, at tað nærum ikki er tað land í heiminum, har uppsløgini ikki hanga í sethúsum ella á stovnum.

Astrid hevur eisini teknað eitt stórt tal av frímerkjum við lívverum. Av øðrum listaverkum Astridar kunnu nevnast áseymað og bundin listaverk. So Astrid er fjøllistakvinna.

Nú ber so eisini til at njóta hennara verk í Fimi. Fimi er venjingarhøll í Gundadali hjá Tórshavnar kommunu, og varð hon tikin í nýtslu í mai 2010. Í dagtímunum er tað serliga skúlarnir, ið nýta høllina. Eisini nýta dagstovnar, fimleikafeløg og pensjónistar høllina til venjing.

Nú kunnu øll, bæði børn, ung og eldri, ið hava sína dagligu gongd í Fimi, frøast yvir hesar litføgru og prýðiligu skurðmyndir Astridar.

 

Meira langlesnaður