Sølan av vápnum í USA økist í stórum

2016-06-18 00:15 Author image
Jógvan Samuelsen

Ógvusligu skottilburðirnir í USA hava eftir øllum at døma ta avleiðing, at eftirspurningurin eftir vápnum økist enn meira. Og teir hava eisini tað við sær, at alsamt fleiri íleggjarar vilja keypa partabrøv í vápnafyritøkum, og tað hevur við sær, at kursirnir hækka.

Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

Mánadagin, beint eftir ógvusliga skottilburðin í Orlando, Florida, hækkaðu kursirnir á partabrøvunum í vápnafyritøkuni Smith & Wesson við næstan 12 prosentum, skrivar bretska blaðið í netútgávu síni.

At tað gongur væl hjá vápnafyritøkunum sæst ikki bara aftur í kursvirðinum. Tað sæst eisini í sjálvum roknskapinum hjá eitt nú Smith & Wesson, skrivar The Guardian.

Hósdagin almannakunngjørdi Smith & Wesson roknskapin fyri seinasta roknskaparár, og hann vísti eitt avlop uppá 293,8 milliónir dollarar. Tað er ein øking uppá 50 prosent samanborið við árið frammanundan.

Avlopið í 2015 svarar til slakar tvær milliardir føroyskar krónur.

Felagið seldi fyri 723 milliónir dollarar, sum er ein øking uppá 31 prosent samanborið við árið frammanundan, skrivar felagið í fráboðanini.

Hóast amerikanski forsetin Barack Obama alment hevur stríðst móti amerikonsku vápnalógini, hevur tað ikki eydnast serliga væl hjá honum, og tað sæst eisini aftur í tølunum hjá eitt nú Smith & Wesson. Hetta tíðarskeiðið er sølan hjá felagnum nevniliga tvífaldað.

Tað eru nú ikki bara skottilburðirnir einsamallir, sum dríva vápnasøluna í Amerika upp. Sambært James Debney, forstjóra í Smith & Wesson, økist sølan eisini av óttanum fyri yvirgangsálopum.

Fyri at fáa vápn í USA skal keyparin kannast, og í mai mánað vóru 1,9 milliónir slíkar kanningar gjørdar. Tað er met og tað er eisini 13. mánaðin á rað, at met verður sett við slíkum kanningum.

 

Meira langlesnaður