Temasíða á Snar um fólkatalsfrøði

2017-03-03 12:02 Author image
Sigmund Vang

Fyri fyrstu ferð eru útlit fyri, at vit verða fleiri enn 50.000 fólk í Føroyum. Tí er ein temasíða gjørd á Snar um fólkatalsfrøði, har tosað verður við Hans Paula Strøm á Hagstovuni.

Annað tilfar, m.a. úr Kringvarpinum, er eisini á temasíðuni, sum hevur heitið ”Næstan 50.000”.

Við uppgávum og eftir námsætlanini er tilfarið gjørt til hádeild, har fólkatalsfrøði er eitt kjarnaøki í landafrøði.

Snar, sum hevur gjørt síðuna, mælur til, at í ársætlanini verða brúktir 6-8 tímar í landafrøði til hesa temasíðu.


Nýggja temasíðan hjá Snar sæst HER 

 

placeholder

Meira langlesnaður