Sjónleikafestivalur: So byrja Dagarnir 2016

2016-05-24 07:00 Author image
Dimma

- Er tað nakar, sum er mitt í meldrinum í tí norðurlendska samstarvinum innan leiklist, so eru tað vit í Føroyum, sigur Gunnvá Zachariassen, festivalleiðari, sum bjóðar øllum vælkomnum til Dagarnar 2016.

Í dag byrjar norðurlendski sjónleikafestivalurin, Dagarnir 2016. Næstu dagarnar vera leikir og verkstovur, har norðurlendsku sjónleikurin er settur á pallin.

- Vit spæla finskar, svenskar, norskar, danskar, íslendskar leikir. Vit týða norðurlendskar leikir til føroyskt. Vit taka útbúgvingar okkara í grannalondunum. Vit bjóða starvsfeløgum úr grannalondunum hendanvegin, bæði leikarum, leikstjórum, scenografum og tónasmiðjum. Ferðslan og flytføri innan sjónleik er rættiliga norðurlendsk her heima hjá okkum. Og tað er serligt, sigur Gunnvá Zachariassen.

Norðurlendski sjónleikafestivalurin er frá 24. – 28 mai.

placeholder

Meira langlesnaður