So er tað regatta

So er tað regatta

2017-08-04 05:48 Author image
Leif Láadal

Árliga regatta-siglingin av Eiði til Hósvíkar verður í dag, fríggjadagin 4. august. Tiltakið plagar at savna áleið 800 fólk, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu..

Tað er Hósvíkar róðrarfelag sum skipar fyri. Til ber at hoyra bátaradio hjá rás2.

Skráin til tiltakið sæst her:

16:45 Heðin Zachariasen bjóðar vælkomin á Eiði
17:00 Bátarnir fara av Eiði
18:30 Bátarnir samlast norðan fyri brúnna við streymin 
20:00 Bátarnir koma til Hósvíkar
20:00 Døgurði frá Ingálvi Johannesen í bygdarhúsinum 
22:00 Silja Johannesen í Tónaneystinum
22:30 Hanus G. í Tónaneystinum
23:00 Felagssangur við hormonikuspælarum 
23:30 Røða við Justinus Eidesgaard
Kl. 00:00 – 04:00 Dansur við FOUR MENH
Leygardagin, 5. august: 08:00 til 12:00 Morgunmatur í bygdarhúsinum.

Meira langlesnaður