So verður aftur roynt at seta aðalstjóra í Vinnumálaráðið

2016-08-17 00:37 Author image
Dimma

Hóast skikkaður umsøkjari var til starvið fyrru ferðina, so verður nú lýst av nýggjum eftir aðalstjóra til vinnu- og uttanríkismálaráðið, tí Poul Michelsen, landsstýrismaður, dámdi ikki tann umsøkjaran, ið setanarbólkurin valdi sum nummar eitt.

Øllum kunnugt fekk John Rajani ikki starvið, tí landsstýrismaður metti hann vera ógegnigan at viðgera vinnumál.

Nú nýggja lýsingin er sett í bløðini, eru krøvini linkað nakað, sigur Kringvarpið, sum hevur samanborið lýsingarnar. Harafturat er latið upp fyri, at nýggi aðalstjórin kann verða áramálssettur; afturfyri fær hann eina eyka viðbót fyri tað, verður tað aktuelt.

John Rajani hevur kært málið um setanina seinast, tá ið hann var vrakaður, til løgtingsins umboðsmann. Hann vísti aftur, at hann var ógegnigur, og helt talan vera um ósakliga viðgerð.

Nýggja lýsingin sæst at lesa her

placeholder

Meira langlesnaður