Søgulig lóg samtykt í California

Mynd: Visualhunt.com

Søgulig lóg samtykt í California

2017-10-18 16:21 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Jerry Brown, guvernørurin í amerikanska statinum, California, samtykti í gjár eina lóg, ið gevur fólki møguleikan fyri at flokkast undir einum triðja kyni, á samleikakortum so sum føðibrævi teirra ella á koyrikortinum. Tað skrivar amerikanski miðilin SFGate.

Hendan lógin gevur sostatt fólki, ið ikki kenna seg sum beinleiðis kallkyn ella kvennkyn, møguleikan at flokka seg undir heitið "non-binary".
"Non-binary" er eitt heiti fyri fólk, ið ikki identifisera seg við kynsnormarnir ið hoyra til at vera kvinna ella maður.

California er fyrsti staturin í USA at samtykkja eina slíka lóg. Staturin Oregon hevur eina líknandi lóg, har tað er møguleiki fyri at ikki áseta sítt kyn á samleikakort so sum koyrikort ella føðibræv.

Lógin verður sædd sum søgulig, og eitt stórt stig framá fyri betraðum rættindum, viðurskiftum og forstáilsi fyri tvørkyndum, ella fólki ið ikki identifisera seg sum eitt ávíst kyn. 



Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður