Aðalstjórastarvið verður lýst av nýggjum - hóast innstilling

2016-06-03 15:45 Author image
Dimma

"Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum. Vónandi fara nógvir umsøkjarar at halda seg fram at at stjórna Uttanríkis- og vinnumálaráðnum," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaðu, í einari almennari fráboðan.

Tá ið dimma.fo spyr Aksel Johannesen, hví ikki tikið verður av tí innstillingini, sum ein setanarbólkur hevur gjørt, sigur hann, at hann út frá einari heildarmeting vil hava fleiri skikkaðar umsøkjarar til starvið.

- Tá ið talan er um setanarmál, kann eg ikki koma nærri inn á umstøðurnar, men út frá einari heildarmeting vil eg sum setanarmyndugleiki hava fleiri skikkaðar umsøkjarar til starvið," sigur Aksel Johannesen, løgmaður.

Hann vil ikki svara uppá, um hann ikki kundi góðkenna ta innstilling, sum setanarbólkurin hevur gjørt.

10 umsóknir vóru til aðalstjórastarvið. Tvær umsóknir vórðu tiknar aftur. Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum verður lýst leyst at søkja sum skjótast, sigur løgmansskrivsstovan.

Meira langlesnaður