Søkkja skitnan sand út fyri Skopun

2016-07-21 16:08 Author image
Jákup Højgaard

Fríggjanáttina kom Tinganes á Skopun við 600 tonsum av asfalti til Skopunar kommunu, og sambært Emil Gert Hansen, stjóra á spf Sekstant, sum eigur Tinganes, er tað vanligt at hava sand í hornunum á lastini, fyri at verja í móti, at asfaltið setur seg fast. Tað er tann sandurin, sum á myndini verður tveittur fyri borð. 

- Tað er brandólóligt sambært havumhvørvislógini, sigur Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni og leggur afturat, at hetta er ikki nakað tey á Umhvørvisstovuni kenna til.

- Óansæð um sandurin er reinur ella ikki, so er tað ikki loyvt at søkkja tilfar á sjógv. Um sandur er í lastini skal hann beinast burtur á landi og ikki á sjónum.

Umhvørvisstovan fer at kanna málið nærri.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður