Sóknast eftir vitnum

2016-07-22 14:27 Author image
Jákup Højgaard

Løgreglan sóknast eftir vitnum til eldsbrunan á Tinghúsvegi mikudagin. 

Um ellivu tíðina mikukvøldið stóðu tveir dreingir um 10-12 ár undir Pisuvarða og hugdu at. Dreinginir runnu av staðnum, tá ein vaksin royndi at tosa við teir, og nú vil løgreglan fegin í samband við dreinginar, sum kunnu verða møgulig vitni í málinum. 

Løgreglan vil eisini fegin hoyra frá øðrum, sum halda seg hava sæð okkurt illgrunasamt í samband við eldsbrunan.

Politistøðin hevur tlf. 351448

 

 

placeholder

Meira langlesnaður