Soleiðis fer Eystara bryggja at síggja út í 2019

2016-08-15 14:30 Author image
Dimma

Í dag varð avtalan undirskrivað millum Tórshavnar kommunu og J&K Petersen, sum skal útbyggja Eystaru bryggju.

Verkætlanin hevur fingið nógva umrøðu, og mótstøðan millum borgararnar í Havn var stór, tí útbyggingin varð søgd at skemma Skansan. Men tað er eisini ein nógv broytt verkætlan, sum tað er nú er klárt at fara undir.

Sum myndin omanfyri vísir, er ikki talan longur um at byrgja Skansan inni. Heldur er talan um at útbyggja verandi molan út á Nólsoyarfjørð.

Upprunaliga var ætlanin at byggja framman fyri Skansan, soleiðis sum hendan myndin vísir:

Men sambært broyttu ætlanini fer at síggja soleiðis út framman fyri Skansan, tá ið liðugt er:

Tað vil siga, at Nólsoyggin og fjørðurin í størri mun fer at síggjast av Skansanum og grannalagnum har í nánd.

Hinvegin verður nakað av útsýninum tikið frá Sandagerði, men tað verður framvegis opið út móti Nólsoynni sambært myndunum, sum dimma.fo hevur fingið frá Tórshavnar kommunu:

At verkætlanin er broytt, sæst eisini týðiliga av turru tølunum, sum umgirða nýggja molan. Víddin á fyrsta uppskotinum var 163.000 fermetrar. Víddin á nýggju, samtyktu útbyggingini er 95.000 fermetrar. 

Arbeiðið verður eftir ætlan latið Tórshavnar havn tann 30. november 2019. Tað verður ein nógv broytt havn við Eystaru bryggju, og helst kunnu nógv semjast um, at tað var meira romantiskt í gomlum døgum, tí soleiðis sá Eystara vág einaferð út:

  

  

placeholder

Meira langlesnaður