Sonni Kallsoy vann lutakastið um 12500 krónur

Mynd: hav.fo

Sonni Kallsoy vann lutakastið um 12500 krónur

2017-12-22 14:01 Author image
Leif Láadal

Fríggjadagin 22. desember 2017 var lutakast um 12500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Sonni Kallsoy av Eiði. Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur 15. oktober 2016 á Mýlingsgrunninum og varð fingin við línu á nærum sama staði 10. november 2016. Vøkstur var eingin í hesum stutta tíðarskeiðnum, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Lutakastið varð hildið í sambandi við landsfundin hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka í Havn. Sniálvur Røvilsberg tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Fiskimannafelagnum og ynskir Sonna tillukku við vinninginum.


Kelda: Hav.fo

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður