Søtur er sjálvgivin biti

Søtur er sjálvgivin biti

2017-06-04 01:21 Author image
Simona Midjord

“Mamma! Vit hava fingið fulla spann! Og vit mundu fingið eitt monstur, tráðan bognaði, og Rúnar mátti koma at halda, OG Mattias! Men so slitnaði. Men hygg! Kanst tú gera okkum flak?”
Eg hugdi niður í hvítu spannina. Á botninum lógu 8 seiðamurtar, tann størsti 10 cm.
Seks vónrík eygu stóðu og gløddu at mær, spent um hvat mundi koma burturúr veiðuni.
“Hví spyrja tit ongantíð mammurnar hjá hinum?”
“Tí allar hinar biðja okkum altíð sleppa okkum út aftur við hasum luktinum, ella geva kettuni. Tær hata, tá vit hava verið á seiðaberg.”
Eg vildi ikki siga, hvussu samd eg var við tær...
Væl vitandi um, at eg ikki eri nakar Jesus, ynskti eg at gera eina roynd at metta hesa lítlu mannamúgvu sum í køki mínum stóð, við hesum fáu fiskum, ið einamest kundu metta eina kettu – okey, mamma skal royna at gera nakrar frikadellir burturúr. 
Sonurin klemmaði meg í berum ovfarakæti, til hann legði til merki hvat hann gjørdi, og at hinir sóu hann. So gav hann mær ein kerligan neva ístaðin.
“Hygg, her er mítt nummar, tú ringir bara á mína telefon, tá tað er klárt”, læt í grannadronginum, hvørs leiðaraevnir longu hómast í bæði orðum og gerð. 
So at kryvja. Ella hvat man nú kallar tað, at kroysta fars úr so smáum fiskakroppum. Tí lætt er tað ikki. Og endin var, at eg mest sum vant burturúr fyri at fáa ein feril av fiskasmakki burturúr.
Tá væl og virðiliga var vundið og kroyst, var úrslitið ein elalítil desilitur av farsi. Hetta rakk ikki langt. Hvat so?
Eg hugsaði um, hvat mamma plagdi at blanda uppí fyri at fáa tað at fylla eitt sindur, tá eg var barn. Eitt egg (eitt hálvt hevði verið ivaleyst í hesum føri), hálvan leyk (ein kvartur hevði verið frægari) og so nakað av raspi. Áh, og har var ein fullkornsskorpa, sum bleiv blendað uppí. Tað er bara at blenda nokk av øllum møguligum, so leingi teirra fongur eisini er við.
“Er tað klárt?” hoyrdist úr gongini.
“Also, hvar er allur fiskurin”, spurdi sonurin og hugdi niður í bollan við gulgráu evjuni í. ÚW! Hvat er hatta?”
”Ja also, hetta er fiskurin. Tað sum eg havi fingið burturúr.”
“Bara hatta? Har vóru 8! Vit hugsaðu at bjóða fleiri vinum.”
“Ja, tað fer so ikki at rigga”, segði eg og skeiðaði smáu dellirnar, ið líktust einamest lítlum eggjakøkum, á pannuna. 
“Men 7 minifrikkadellir sær tað út til.”
“Okey, wow, og tú sum helt, at man onki kundi fáa burturúr. Nú bleiv tað faktiskt ordiliga nógv. Vit dekka borð. Men tað er ikki sikkurt, at tað er nokk til tín mamma, vit eru svangir. Tú kanst eta breyð, ha?"
“Ja, tað kann eg.“
“Eiga vit ketchup og remolátu? “
Og teir ótu eina fyri og aðra eftir. Bara at uppliva, hvussu stoltir teir vóru um at hava fingið matin til høldar hetta kvøldið, var alt kroystaríið vert. 
So er at vóna, at teir fara til onkran annan við næsta fonginum ;o)

placeholder

Meira langlesnaður