Søvn Landsins fara í søguna

2017-02-22 11:21 Author image
Dimma

Í 2011 vórðu Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðini løgd saman í ein stovn, Søvn Landsins.

Nú er staðfest, at henda samanlegging miseydnaðist.

Nógv órógv hevur verið á stovninum og tað var rættiliga skjótt at hann byrjaði at detta sundur. Tað sum var Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, varð tikin burturúr aftur rættiliga skjótt og nú dettur restin sundur eisini. Føroya Landsbókasavn og Føroya Landsskjalasavn verða nú sjálvstøðugir stovnar, meðan tað sum var Føroya Fornminnissavn og Føroya Náttúrugripasavn verða, til Tjóðsavn Føroya.

Sámal Tróndur Finnson Johansen hevur verið deildarleiðari á Landsskjalasavninum, og hann verður nú stjóri sama stað. Landsbókasavnið hevur ikki fastan stjóra sum er, og tað starvið verður lýst leyst. Samstundis verður lýst eftir stjóra til Tjóðsavnið.

Andras Mortensen hevur verið stjóri á Søvnum Landsins, og hann fær nýtt starv á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, er settur sum fyribils stjóri á Søvnum Landsins til nýggju leiðslurnar eru settar.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður