Hazard við pengum og fólki

2016-07-13 15:12 Author image
Simona Midjord

Samanleggingin av Søvnum Landsins er kollsigld, er komið alment fram. Fimm almennir stovnar vórðu lagdir saman í 2010. Men avgerðin varð ongantíð fylgd upp. Hvørki við lóggávu, pengum ella tilfeingi.

Eftir stendur ein ætlan í hálvum gekki. Eitt politiskt ekperiment við sparing fyri eyga. Ein  stovnur í leysum lofti, har fráfarandi leiðarin á einum av samanløgdu stovnunum, Landsbókasavninum, setti orð á frustratióninar innanveggja:

- Hettar er nakað av tí strævnasta eg havi upplivað, segði Erhard Jacobsen við Norðlýsið.

- Umstøðurnar hava verið út av lagi ringar. Tað hevur verið ov lítið at gjørt gott við, bæði fíggjarliga og í manglandi uppbakking bæði frá myndugleikum og frá leiðsluni.

 

Avgerð uttan ætlan

Tað tykist sum, at flestu samanleggingar av almennum stovnum, hava eittans endamála: At spara pengar.

Tó ivist eg stórliga í, um samanleggingarnar í roynd og veru hava verið nøkur sparing.

Tað er meira reglan enn undantakið, at samanleggingar hava kosta samfelagnum rættuliga nógvar pengar. Einamest orsaka av vánaligari planlegging og tí at politiski mynduleikin ikki hevur vita ella gjørt sær greitt hvat ein samanlegging skal innibera. Og hvørjar avleiðingar samanleggingin hevur við sær, bæði fíggjarliga, menniskjaliga og bygnaðarliga.

Hesaferð skuldi alt vera so nógv øðrvísi. Við samanleggingini av Kringvarpi Føroya í huga vóru politisku signalini greið: Hesaferð skulu pengar og tilfeingi fylgja við.

Men á stovnunum hava tey einki merkt til vælvildina. Heldur tvørturímóti.

  

Takið starvsfólkini við!

At leggja almennar stovnar saman bara fyri at leggja teir saman, eigur og skal ikki verða eitt mál í sær sjálvum. Ein samanlegging eigur ikki at verða gjørd uttan at hetta er til fyrimuns fyri øll – bæði stovnin, starvsfólkið og Føroya fólk sum er eigari.

Uppgávan hjá avvarandi landsstýrisfólki og aðalráðið tess, er, at skipa eina so góða og skynsama almenna tænastu sum møguligt, samstundis sum stovnur og starvsfólk verða rikin á besta hátt.

Hetta verður gjørt við at fylgja ásetingunum í sáttmálunum um at hava starvsfólkini við í allari tilgongdini, líka frá byrjan av. Tað eru hóast alt starvsfólkini, sum kenna stovnin best innanifrá og úteftir.

At taka starvsfólkini við í tilgongdina heilt frá byrjan ger eisini, at tey kenna tær broytingar sum koma. Tey fara at kenna ein ognarskap í broytingunum og teimum avgerðum, ið verða tiknar og tey verða eisini við til at avgera sína egnu framtíð, sum tá ikki fer at kennast so fremmand og óviss.

Á Søvnum Landsins eru tey hinvegin tveitt út í óvissuna. Hædd er ikki tikin fyri, hvørjar avleiðingar kunnu standast av at broyta samleikan hjá stovnunum og starvsfólkunum.

Tá sjálvur leiðarin á Landsbókasavninum sigur, at høvdu arbeiðsumstøðurnar verið øðrvísi, so hevði hann kanska umhugsa at hildið fram í starvinum, loyvi eg mær at spyrja: Hvat so við starvsfólkunum? Hvussu hava tey tað undir hesum viðurskiftunum? Hevur nakar tikið hond um tey? Eru tey spurd um hvør teirra støða er? Hevur nakar spurt tey um hvussu tey trívast?

  

Trivnaður og sálarliga arbeiðsumhvørvið

Ein fortreyt fyri trivnaði á einum arbeiðsplássi er, at arbeiðsumhvørvið er í lagi. Merkja starvsfólk, at umfatandi broytingar verða gjørdar ella eru á veg og tey ikki eru tikin við í ætlanina, ávirkar tað tey rættuliga nógv. Nógvir spurningar koma fram fyri tey, og eitt tað fyrsta ein hugsar er: Hvat nú við mær? Verði eg spard burtur? Skal eg niður í tíð? Skulu vit nú skifta umhvørvi?

Alt hetta ávirkar trivnaðin og av tí sama eisini sálarliga arbeiðsumhvørvið. Hetta økir um sjúkrafráveruna m.a. orsaka av strongd, og sambært kanningini, Starvsmannafelagið lat gera í 2014, kostar strongd samfelagnum uml. 140 mió krónur árliga.

Hvat er tá spart?

  

Tann brennandi plattformurin

 “Tann brennandi plattformurin” er eitt útrykk, sum komandi leiðarar kenna og hava lært um í sambandi við broytingarleiðslu, har tú lærir um amboðini, sum skulu nýtast at tryggja væleydnaðar broytingar.

Í stuttum snýr tað seg um at skapa forstáilsi og undirtøku millum starvsfólkini fyri ætlanunum, so at tey verða motiverað og ikki óttast broytingarnar.

Uppskriftin er, at leiðslan leggur neyvar ætlanir fyri alla tilgongdina, ger sær ómak við at greina broytingarhugin á stovninum, kunnar starvsfólkini væl um hví broytingin er neyðug, tekur starvsfólkini við í arbeiðið og gevur teimum neyðuga útbúgving.

Avvarðandi politiski mynduleikin má nú traðka í karakter og steðga øllum tilgongdunum av samanleggingum av almennum stovnum. Einki eigur at vera sett í verk fyrr enn mann hevur lagt eina ætlan, mál og mið, visión og misjón fyri hvussu alt skal leggjast til rættis. Og bindandi samtyktir eru gjørdar um hvussu ætlaninar skulu fremjast í verki, frá byrjan til enda.

Fráfarandi leiðarin á Landsbókasavninum rakti helst seymin á høvdið, tá ið segði, at tað tykist sum at politikarnir í málinum um Søvn Landsins hava kannað sær vinningin áðrenn lutaseðilin er keyptur.

Men tað finnast ongar lættar og bíligar loysnir. Og hiðani skal boðskapurin ljóða, at landsins stovnar og starvsfólk eru ov dýrabær til at spæla hasard við.

Tað má ikki blíva sum við ræðumyndini í “Tí brennandi platforminum”. Nevniliga, at øll – ja, sjálvt rotturnar – leypa á sjógv undan eldinum, tí støðan gjørdis ótolandi og ikki bar til at verða verðandi umborð longur.

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður