SPOR í Listaskálanum

2016-09-09 10:30 Author image
Sigmund Vang

Í døgunum 9. september til 8. januar hongur framsýningin "SPOR" hjá Jóhan Martini Christiansen uppi í Listasavninum í Havn.

Fernisering er í dag, fríggjadag, klokkan 16, har øll eru vælkomin, sigur savnið.

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. Christoffer Berdal, leikstjóri, setur framsýningina. Andreas Tykjær Restorff og Torleik Mortensen framføra tónleik, og savnið bjóðar ábit.

 

Meira langlesnaður