Uppsjóvarvinnan er ferfaldað síðani 2009

2017-03-11 08:45 Author image
Sigmund Vang

Í landingarvirði er uppsjóvarvinnan ferfaldað síðani 2009. Fyri 18 árum síðani varð virðið á tí, sum kom upp á land frá uppsjóvarvinnuni, 432 milliónir krónur. Í fjør var hetta virðið beint omanfyri 1,6 milliardir krónur.


Vøksturin heldur fram

Landingarvirðið av makreli er vaksið nógv seinastu árini í sambandi við, at Føroyar er farnar úr millumtjóðaavtaluni um makrel. Síðan mars 2014 hava Føroyar so aftur verið í samstarvi við ES og Norra um makrelin.

Búskaparráðið sigur í várfrágreiðing síni, at landingarvirðið av makreli fyri 2017 verður hægri enn 2016 vegna hægri heildarkvotu, samstundis sum makrelprísurin væntandi verður støðugur. Landingarvirðið av sild veksur væntandi munandi í 2017 sammett við 2016 vegna munandi størri ásetta kvotu, og væntandi støðugan prís.

Ongin millumtjóðaavtala var um sild fyri 2015, og eingin er heldur fyri 2016. Loksins er landingarvirðið av svartkjafti vaksið síðan 2011 vegna hækkaða heildarkvotu, og stórur vøkstur verður væntandi í 2017 í mun til 2016. Eingin millumtjóða avtala var heldur um svartkjaftin fyri 2015 og 2016. Bert kvoturnar fyri makrel liggja heilt fastar.

placeholder

Meira langlesnaður