Sprinklaraskipanir ókent fyribrigdi á fiskavirkjum

Savnsmynd: Dimmalætting

Sprinklaraskipanir ókent fyribrigdi á fiskavirkjum

2017-06-16 15:26 Author image
Georg L. Petersen

Øll føroysk fiska- og frystivirki eru góðkend av brunamyndugleikunum, men eingi krøv eru til sprinklaraskipanir, sum tískil heldur ikki eru settar upp nakrastaðni. Sløkkiliðsstjóri ivast eisini í, hvussu ein tílík skipan hevði virkað í einum høgum bygningi.

– Tað var frammi at seta sprinklaraskipan upp, tá vit bygdu frystihúsið í Ánunum, men tað varð av ongum. Nú fara vit sjálvsagt at eftirmeta støðuna, sigur Eyðun Rasmussen frá Christian í Grótinum samtakinum.

– Hetta verður helst sum eftir eldin umborð á Athenu, tá herd krøv komu frá myndugleikunum til øll skip um sprinklaraútgerð, leggur hann afturat.

Tað er ikki bara Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum onga sprinklaraútgerð hevði í framleiðslubygninginum, og sum uttan iva kundi minkað um vandan fyri umfatandi eldi. Tað tykist ikki, sum um nakað av nýggju ella stóru virkjunum kring landið hava sprinklaraútgerð, tí tað er einki krav um tað.

Og tað er heldur ikki eitt sjálvsagt krav frá myndugleikunum at seta tílíka skipan upp.

– Sprinklaraskipanir virka ikki so væl í høgum bygningum, tí hitin hevur so ilt við at røkka upp, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Brot úr longri grein í Dimmalætting hesa vikuna

placeholder

Meira langlesnaður