"Stalking-lógin" samtykt

2017-03-24 13:52 Author image
Sigmund Vang

Fyrrapartin bleiv tilhaldslógin einmælt samtykt við 3. viðgerð í Løgtinginum. Nýggja lógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing ger tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd (stalka) ella órógvað. Eitt nú verða reglurnar um tilhald greiðari, og eisini verður møguligt at vísa einum harðligum persóni burtur úr heiminum.

Høvuðstættirnir í nýggju lógini eru: 

Tilhald fer framyvir at verja fyri øllum slagi av sambandi, sum verður mett at vera brot á persónliga friðin.

Tað ber til at geva uppihaldsforboð innanfyri eitt landafrøðiliga greitt avmarkað øki, t.d. nærhendis heimi ella arbeiðsplássi hjá órættaða.

Persónur eldri enn 18 ár kann í eitt styttri tíðarskeið vísast burtur úr heimi sínum. Treytin er, at viðkomandi er undir illgruna fyri brot á revsilógina. Ein persónur kann eisini vísast burtur, um hann ber seg at á ein slíkan hátt, sum kann vera hóttandi móti húsfólkinum.

Tilhald og uppihaldsforboð fevnir eisini um húsfólk hjá órættaða, um hetta verður hildið neyðugt fyri at røkka endamálinum við tilhaldinum ella uppihaldsforboðnum.

Tráfylging (stalking) er allýst sum skipað og áhaldandi forfylging og ágangur, og hetta verður mett sum ein skerpandi støða, tá revsing skal ásetast.

Um ein persónur hevur verið fyri grovum og vandamiklum brotsverki, skal tað beinanvegin kunna geva gerningsmanninum tilhald, soleiðis at órættaði og næstringarnir ikki skulu tola samband o.a. við gerningsmannin.

 
Kelda: Løgmansskrivstovan

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður