Løgmaður: Starvsfólk skulu takast við upp á ráð

2016-08-23 15:46 Author image
Dimma

Í dag byrjaði NSO-ráðstevnan í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum. NSO er stytting fyri Nordisk Tjenestemenns Organisation og er eitt samstarv millum almenn fakfeløg í norðurlondum.

Løgmaður setti stevnuna og legði fyri við at tosa um "eina demokratiska leið" í almennari leiðslu.

- Demokratiska meginreglan eigur at verða okkara virðisgrundarlag, tá ið vit útinna leiðslu. Vit skulu eggja til kjak, har ymsar meiningar kunnu brýnast og roynast. Vit skulu taka starvsfólkini við í avgerðartilgongdina, segði Aksel Johannesen, løgmaður.

Løgmaður fanst at tí, sum verður kallað New Public Management, sum hevur merkt umsitingarnar í okkara parti av heiminum seinastu 30 árini. Heldur skal dentur leggjast á medábyrgd, segði løgmaður sambært heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum.

- Leiðsla og starvsfólk skulu saman skapa betri og sterkari fyritøkur. Og tað almenna skal ikki bert skapa loysnir fyri borgaran, men skapa loysnir saman við borgarunum. Hetta er ein týðandi partur av demokratisku leiðini, segði hann.

Les meira her

placeholder

Meira langlesnaður