Statens Kunstfond keypt fleiri listaverk hjá Jóhan Martin Christiansen

Statens Kunstfond keypt fleiri listaverk hjá Jóhan Martin Christiansen

2017-08-17 10:54 Author image
Leif Láadal

Danski listargrunnurin Statens Kunstfond hevur keypt fleiri av listarverkunum hjá Jóhan Martin Christiansen. Listarverkini eru á framsýningini SPOR, sum er at síggja á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Talan er um trý stór gipsverk, upplýsir skrivstovan hjá Norðurbryggjuni. Tey eru úr listarøðini Talva #1-5 (2016), og eru stoypt í gipsi og jarni við restum av eitt nú pappi, grasi, leyvi, sniglasporum, blekki og klisturbandi.
Tá Statens Kunstfond keypir listaverk, eru ávís krøv. Grunnurin sigur millum annað soleiðis um síni innkeyp:

”Tað er góðskan í framleiðsluni og tað listarliga talentið, ið er avgerandi fyri, um vit keypa eitt verk. Samstundis skulu innkeypini endurspegla eina breidd og fjølbroytni í samtíðarlistini, og verkini skullu kunna koma til sín rætt í almenna rúminum".

Framsýningin SPOR er opin hvønn dag til og við sunnudagin tann 20. august á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. SPOR hevur eisini verið sýnd í Listasavni Føroya í 2016. 

placeholder

Meira langlesnaður