Statt saman við okkum um innkomuvegin, Heðin

Statt saman við okkum um innkomuvegin, Heðin

2017-12-20 09:49 Author image
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Tað er harmiligt at síggja, at Heðin Mortensen í lesarabrævi í dag ikki bakkar Havnina upp í sambandi við innkomuvegin. Heðin Mortensen, ið er valdur á Føroya Løgting, umboðandi Suðurstreym, átti at barst fyri at fáa sett tær neyðugu 47 miljónirnar settar av á fíggjarlógini, sum er landsins partur komandi ár, ístaðin fyri at leggjast eftir sitandi meiriluta í býráðnum.

Um Heðin Mortensen hevði lisið fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu nóg væl, hevði hann sæð, at settar eru 5 miljónir av til innkomuvegin. Hetta er til projekteringina av teimum vegaføringum, vit hava ábyrgd av sambært avtaluni.

Meginparturin av verkætlanini, sum Tórshavnar kommuna hevur ábyrgd av, skal fyrst játtast í 2019 og 2020, tá landsvegurin eftir ætlan skal raka tær kommunalu vegaføringarnar ovarliga við Sundsvegin. Hetta eru áleið 40 miljónir yvir hesi bæði árini. Hetta hava vit lagt inn í okkara ætlanir, so hesum nýtist Heðin Mortensen tí ikki at stúra fyri. Hetta er eisini greitt honum væl frá.

Trupulleikin er helst, at Heðin Mortensen av øllum alvi roynir at flyta fokus, tí samgongan hjá honum sjálvum í Løgtinginum ikki vil seta neyðugu upphæddina av, og so er lættast at geva okkum í býráðnum skuldina.

Mín áheitan á Heðin Mortensen skal vera, at hann stendur saman við okkum, heldur enn at arbeiða ímóti. Tí saman standa vit sterkari um eittt betri vegakervi og innkomuvegin til høvuðsstaðin.

Heðin - vit bakka teg øll upp at fáa sett tær 47 miljónirnar av á landsins fíggjarlóg, tí tað er landsins partur av innkomuvegnum hvørt ár tey komandi trý árini.

Annars vil eg ynskja tær við familju eini gleðilig jól.

placeholder

Meira langlesnaður